Syðri Varðmaðurin (Southen Watchman) d. 21. maart 1905

Tilbaká

“Í anda og mátti Eliasar”

“Í anda og mátti Eliasar”

Seinastu orð Malakiasar er ein profeti um tað arbeiði, sum skal fyrireika Kristi fyrru og aðru komu. Hendan profetiin byrjar við áminningini: “Minnist lóg Mósesar, tænara Míns, hana, ið Eg á Horeb gav honum til alt Ísrael - sigur Harrin herskaranna. Eg sendi tykkum Elias, profetin, áðrenn dagur Harrans, hin stóri og øgiligi kemur. Hann skal venda hjørtum fedranna til børnini og hjørtum barnanna til fedrar teirra, so Eg komi ikki og slái landið við banni.”

Hesa profeti fulnaði Jóhannes Doyparin; tí Frelsarin yvirlýsti sjálvur til lærusveinarnar: “Elias er longu komin” og tá ið lærusveinarnir hoyrdu tað, “skiltu teir at Hann tosaði við teir um Jóhannes Doyparan.”

Hvørt fótafet í søgu jarðarinnar hevur Gud átt umboðsmenn til at bera Sítt virksemi fram, sum skal gerast á Hansara serstaka hótt. Jóhannes Doyparin hevði serligt arbeiði, sum hann varð føddur og útnevndur til - tað, at tilbúgva veg Harrans.

Avrik Jóhannes Doyparans varð nágreinað av eingli Harrans, sum tað er skrivað av Lukasi: “Hann skal ganga undan Honum í anda og kraft Eliasar, til at venda hjørtum fedra til børn og ólýdnum til sinnalag rættvísra, til at gera Harranum til reiðar vælbúgvið fólk.” Heilagi Andin skuldi vera yvir honum.

Virki Jóhannesar í oyðimørkini var hin mest undursami og ítøkiligi fulni av profetiini. Esajas spáddi tað sum: “Hoyr! Ein er sum rópar: »Gerið í oyðimørkini Harranum veg til reiðar! Javnið Gudi okkara vegin, har sum óbygt er!«”

Sum profetur bar Jóhannes seg fram sum Guds umboð at vísa sambandið ímillum lógina og profetarnar og hina komandi kristnu skipan. Eins og Malakias, so bað hann Jødarnar so staðiliga um at: “Minnast lóg Mósesar, tænara Míns - við sínum skipanum og dómum.” Arbeiðið var ein boðanartænasta til at vísa aftur á lógina og profetarnar, ímeðan hann samstundis vísti fram til Kristus, sum heimsins frelsara. Hann boðaði at “síggja Guds lamb, sum ber alla heimsins synd burtur.”

Kristi fyriboðari rópti í Judeisku oyðimørkina: “Umvendið tykkum, tí ríki Himmiríkis er komið nær.” Hesin er tað, um hvønn sagt er hjá Esajasi profeti, ið sigur: “Hoyr! Ein er, sum rópar: Gerið í oyðimørkini Harranum veg til reiðar! Javnið Gudi okkara vegin, har sum óbygt er! Hvør dalur skal hækkast, og hvørt fjall og hvør hædd skal lækkast; heyggjarnir skulu verða slætti, og hamrarnir flatlendi! Dýrd Harrans skal opinberast, og alt hold skal fáa tað at síggja - tí muður Harrans hevur talað.” . . . Stíg upp á høgan tind, tú gleðiboð Zions! Hevjað harða rødd, tú gleðiboð Jerúsalems. Lat hana hoyrast, óttist ikki! Sig við býirnar í Júdeu: “Hyggið, Gud tykkara. Ja, Harrin Harrin kemur við veldi, og armur hansara vísir mátt sín! - Og løn Sína hevur Hann við Sær, sigursfongur Hansara gongur undan Honum. “Sum hirði røktar Hann fylgi Sítt, í arm Sín savnar Hann lombini, og í favninum ber Hann tey; lambærnar leiðir Hann.”

Jóhannes Doyparin yvirlýsti spillur Jødanna í anda og mátti Eliasar, og hann hartaði teirra vanligastu syndir. Talur hansara vóru greiðar, týðuligar og sannførandi. Nógv komu ihrandi sum prógv fyri angur sín, og hesi vórðu doypt av honum í Jordan. Hetta var neyðugt arbeiði fyri at gera vegin til reiðar fyri jarðisku tænastu Kristusar.

Um verk Jóhannes Doyparans og um arbeiði teirra, sum á síðstu døgum fara út í anda og mátti Eliasar at vekja fólk úr líkasæluni, kann sigast, at tey eru á mangan hátt í tí somu vinnuni. Arbeiðið er á fyrimyndarligan hátt at virka fyri tí málinum, sum skal gerast í hesi tíðini, at Kristus skal koma aðru ferð til at døma heimin við rættvísi. Tá Guds trúboðarar bera hina seinastu ávaringina til heimin, fyrireika teir vegin fyri Kristi aðru komu, eins og Jóhannes slættaði vegin fyri fyrru komu hansara. Í hesum fyrireikandi arbeiði, “skal hvør dalur hækkast, og hvørt fjall og hvør hædd lækkast; heyggjarnir skulu verða slætti, og hamrarnir verða til flatlendi!” tí søgan skal endurtaka seg, og aftur skal ”dýrd Harrans opinberast, og alt hold fáa hana at síggja - tí muður Harrans hevur talað.»”

Í hesi øldini undan Kristi aðru komu í skýggjunum, heitir Gud á menn, sum vilja fyrireika eitt fólk til at standa seg á Harrans stóra degi. Tað er eitt og sama arbeiði, sum Jóhannes gjørdi, ið skal gerast á síðstu døgum. Harrin gevur boðskapin til fólk Sítt ígjøgnum tey amboðini, sum Hann sjálvur hevur valt. Og Hann ynskir, at øll skulu geva áminningunum og ávaringunum gætur, sum Hann sendir. Tey boðini, sum av Jóhannesi komu innan Kristi almennu tænastu, vóru: Umvendið tykkum, tollarar og syndarar; umvendið tykkum farisearar og saddukearar; “tí himmiríki er komið nær.” Okkara boðskapur skal ikki vera friðarins og trygdarins boðskapur. Sum eitt fólk, ið trýr á Kristi skjótu afturvendan, mugu vit hava ein avgjørdan boðskap at bera fram: “Fyrireika teg at møta Gudi.”

Okkara boðskapur má vera eins beinleiðis og Jóhannesar var. Hann hartaði eisini kongar fyri teirra syndir. Líkamikið tier vandar, sum hann setti lívið í, so kom sannleikin ongantíð óhvassur av varrum hansara. Okkara arbeiði í hesi tíðini má vera eins álítandi.

Gevið gætur heimin í dag. Óreiðiligheit og undandráttir, harðskapir og blóðúthellingar síggjast allastaðni. Einkjur og faðirleys verða rænd fyri alt. Leikpallar, renningarbreytir og ivasamar dagdvøljir av øllum handa slagi; tað er hvat hin stóra fjøld er bundin at. Og í mongum kirkjum eru syndir vorðnar umtóktar. Skjól leggjast omaná tær og tær verða orsakaðar. Samlagsins høgra hond verður givin øllum, eisini um tey bera rang ástøðir og skeivan hugburð inn um gátt. Røttu grundstøðini verða ikki longur vard. Samvitskan vil ikki longur ávirkast av vegleiðing og hartan. Fólk lata boðskapir um ihran fara aftur við borðinum.

Í hesi tíð, við nærum altfevnandi fráfalli, kallar Gud á sínar boðberarar um at boða lóg Sína í anda og mátti Elias´ar. Eins og Jóhannes Doyparin, sum fyrireikaði heila tjóð til Kristi fyrru komu, og eggjaði teirra hug til tíggju boðini, so skulu eisini vit bera boðskapin út uttan nakra óvissu í tónalagnum, og siga: “Óttast Gud, og gevið Honum dýrd! Tí dómstími Hansara er komin.” Op 14:7 Við sama álvara sum eyðmerkti Elias profet og Jóhannes Doyparin, skulu eisini vit stríðast fyri at fyrireika Kristi aðru komu. Alneyðugt er fyri hjálparfólkini at vera avgjørd, sjálvsnoktandi og halgaði í hesum strevi. At eiga árvaki ansni og halgaðan íðinskap heldur enn at sýna avvísandi líkasælu. Bønandi álvarsom áheitan frá teimum, sum í anda eru fult hjartadrivin við tí sama andanum, sum rak Elias, tí tað vil sannføra tey, sum hava ófalsa hjarta.

“Farið út og gerið øll fólkasløg til lærusveinar, doypið tey til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans og lærið tey at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar.”

“Eg komi skjótt, og løn Mín er við Mær til at lata ein og hvønn fáa, eftir sum verk hansara er.” . . . “Hann, sum vitnar hetta, sigur:»Ja, Eg komi skjótt! Amen! Kom Harri Jesus!«

afsn nr:1
afsn nr:2
afsn nr:3
afsn nr:4
afsn nr:5
afsn nr:6
afsn nr:7
afsn nr:8
afsn nr:9
afsn nr:10
afsn nr:11
afsn nr:12
afsn nr:13
afsn nr:14
afsn nr:15